Vinna

Stórur áhugi fyri føroyskum tvíkiljum

...

2015-11-05 18:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: KJ hevur júst handað nýbygning nummar 40 av hesum slagnum. Hendan varð seld skotskari alifyritøku, Cooke Aquaculture Scotland, sum higartil hevur keypt tveir alibátar frá KJ.

Annar skal brúkast í Orknoyggjunum og hin í Hetlandi. ??lavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ, sigur í tíðindaskrivi, at eftirspurningur eftir tvíkiljunum er stórur bæði uttanlands og í Føroyum.

Góða móttøku í Føroyum

- Føroyska alivinnan hevur tikið væl ímóti okkara tvíkiljum frá fyrstan tíð av. Vit eru nú ígongd við nýbygning nummar 42 síðan 1999, sigur stjórin í KJ, ??lavur Asafsson Olsen.

Tær flestu tvíkiljurnar eru farnar til føroyskar alifyritøkur. At tað gongur væl í føroysku alivinnuni ger eisini, at útlendskar alifyritøkur hyggja eftir hvørja útgerð føroyingar brúka, sambært stjóranum.

- Tann ágóðan fáa vit so nú, sigur ??lavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, sambært tíðindaskrivinum. Í løtuni gera tey nýbygningar nummar 41 og 42 hjá KJ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder