Mentan

Stórur áhugi fyri ætlanini um pakkhúsini hjá J.E.Thomsen

...

2015-03-10 02:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv fólk var samankomið í Pakkhúsinum ??ti á Gjógv í Sandavági, tá ið Atli Gregersen greiddi frá sera spennandi ætlanum sínum, um at seta pakkhúsini, fiskastykkið og annars tað ið hoyrir til økið í stand.

m.a. greiddu Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur frá um fiskaarbeiðið upp ígjøgnum tíðirnar og Heini F. Petersen, fyrrv. lærari í Sandavági greiddi frá tí søguliga við húsunum.

Tað verður kendi gøtumaðurin (sum m.a. hevur verið við í arbeiðinum at tekna Hørpuna í Reykjavík) hann nevnist ??sbjørn Jacobsen, sum kemur at seta strikurnar, í spennandi arbeiðinum - tá húsini skulu setast í stand.

Samlaða gólvíddin í báðum húsunum liggur um 800 fermetrar.

Nógv var prátað um ymiskt viðvíkjandi húsunum, 84-ára gamli Torleif Simonsen, sum var elsta fólk har í dag, visti at siga frá nógvum. Eisini visti Jógvan Elias Thomassen nógv at siga frá, hann er abbasonur Jegvan Elias Thomsen, 

Nógvar myndir frá fiskaarbeiði í Sandavági vórðu vístar fram, mydirnar vóru frá Hanni og Honnu Hansen í Miðvági.

Eini 45 fólk høvdu leitað sær ??t á Gjógv í dag.

Myndamaðurin hjá JN.fo var við - sí myndirnar niðanfyri.

Les eisini um ætlanina - HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder