Politikkur

Størsti og populerasti skúlin riggar til endaspurtin í ár

...

2016-03-09 07:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagin 4. Mars skipaði Tórshavnar kvøld- ungdóms- og listaskúli fyri starvsfólkatiltaki fyri lærarum og starvsfólki, nú riggað verður til endaspurtin fyri hetta kvøldskúlaárið. Og skjøtul settur á fyrireikingar til næsta skúlaár.

Um kvøldið varð góður døgurði, og høvi at bera skúlanum og øllum starvsfólkunum skúlans hesa kvøðu.

Læring og trivnaður tvær síður av somu søk
- Tit, lærarar og leiðsla, lyfta eina ómetaliga umráðandi uppgávu, tit eru ryggurin í størsta og populerasta skúla í landinum. Her koma borgarar sjálvboðin í hópatali ??? upp móti 2.600 næmingar eru í ár á teimum ymsu og sera fjølbroytnu kvøldskúlatilboðunum hjá Kvøldskúlanum. Her á skúlanum er læring og trivnaður tvær síður av somu søk. Eingin ivi um tað. Og tað er einans tykkum starvsfólkum fyri at takka.

Tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað skulu dugnalig starvsfólk og góð leiðsla til at fáa samskipað hetta víðfevnda virksemi.

Einki kemur av sær sjálvum
- Eg komi at hugsa um eina søgu, sum Johan Nielsen, sáli førdi fram um hetta, at einki kemur av sær sjálvum.

- Hann fortaldi um ein bónda, sum var errin av akrum sínum og at teir fruktaðu so væl. Tá ið hann fekk vitjan av presti, bað hann prest koma við sær út á akurin at síggja, hvussu væl hann hevði røkt garðin. ???Hetta havi eg dyrkað undan við mínum egnu hondum??? segði hann.

- Prestur mátti geva honum rætt, men mátti eisini formana bóndan og segði, at hetta hevði hann ikki kárað uttan Guðs hjálp. Og so svaraði bóndin, ???Tað kann væl vera, men so skuldi prestur sæð, hvussu her sá út, tá ið Várharra var einsamallur um tað??? ...

- Og soleiðis er. Tað skal ein køn og eldhugað hond til, um úrslit skal spyrjast burturúr ??? og her eru tit øll savnaði í kvøld, sum við kønari hond skipa so væl fyri hvønn einasta dag í skúlaárinum. Savnaði til eina væl uppiborna veitslu.

Týdningarmikil mentanarberi

- Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og Tórshavnar Listaskúli er ein týdningarmikil mentanarberi. Hann ger ikki so nógvan háva av sær í tí dagliga. Men hann hevur eina langa og týdningarmikla søgu aftanfyri seg, og hann hevur stóran týdning fyri ómetaliga nógvar borgarar okkara. Bæði børn, ung, eldri og gomul ??? og nú eisini fyri útlendingar, sum búgva í Føroyum.

Long og áhugaverd søga

- Kagar man í søgu skúlans so fáa vit at vita, at kvøldskúli byrjaði í 1896, tá ið unglingar sum ætlaðu sær á skiparaskúla fingu undirvísing á føroyskum í gomlu fútahúsunum. Hildið verður at tað var Rasmus Effersøe sjálvur, sum stóð fyri hesum.


- At 2600 borgarar í Havn í ár hava tikið lut í teimum mongu og fjølbroyttu skeiðunum, ber boð um ein stovn, sum livir og sum veruliga ger mun í lívinum hjá mongum. Tí her ber til at læra nakað nýtt, nakað sum man kanska hevur droymt um at fáast við, men sum man ikki hevði álit á at man kundi megna.

- Tann sum av ymsum ávum ikki var sæddur í fólkaskúlanum, fær her ein nýggja møguleika ein nýggjan kjans.

??tbúgving fyri útlendingar í Føroyum
- Og so eiga vit at fegnast um, at kvøld- og listaskúlin hevur sett sær fyri at bjóða tilflytarum til Føroyar vælkomin á sín heilt serliga hátt. Nevniliga við lærdómi og viðurkenning á skeiðunum í føroyskum máli og mentan.

- Sera dugnalig og kompetent starvsfólk, sum við hita, viðurkenning og gleði undirvísa útlendingum. Eg haldi veruliga, at hesi skeið eru ein sólskinssøga, sum vit ikki kunnu vera nóg takksom fyri.

- Tit sum eru komin saman her í kvøld eru øll starvsfólk ella á onkran hátt knýtt at Tórshavnar Kvøld ungdóms og listaskúla. Tit gera eitt framúrskarandi arbeiði. Við skynsemi og skilagóðum rakstri.

Takk fyri hetta skúlaárið ??? vit bíða spent eftir næsta skúlaári.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder