Ítróttur

Størsti dystur nakrantíð

...

2017-03-19 21:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Hetta verður ein serligur dystur í nógvar mátar. Vinna vit, so eru stór sannlíkindi fyri, at vit skulu til EM-endaspælið í Kroatia í summar. Tapa vit ella spæla javnt, so er hetta seinasti dystur hjá mær og Pól sum venjarar hjá hesum liðnum. Orðini eigur Áki Johansen, sum saman við Pól F. Joensen hevur staðið á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við dreingjum seinastu átta árini.

Mánadagin er triðja og seinasta umfar í ??rvalskappingini (Elite Round) á Kýpros á skránni. Føroyar møta Slovakia, og í hinum dystinum eru tað vertirnir av Kýpros, ið møta Írlandi. Undan dystinum eru írar fremstir við seks stig, Slovakia hevur trý stig, meðan Kýpros og Føroyar hava hvør sítt.

Nummar 1 í bólkinum fer beinleiðis víðari, og harumframt sleppa sjey teir bestu 2???ararnir eisini við til endaspælið. Tá allir bólkarnir í ??rvalskappingini eru spældir, og allir 2???ararnir eru funnir, verður hugt eftir teirra úrslitum ímóti nr. 1 og 3 í bólkinum. Tað landið, sum tá hevur fingið fægst stig, og vánaligast málmun, sleppur ikki til EM-endaspælið.

- Vit eru so ótrúliga nær við nú, men fyrst er ein stór uppgáva, ið skal loysast. Og sjálvandi trúgva vit uppá møguleikan, og fara eisini eftir møguleikanum. So fáa vit at síggja hvussu leikur fer. Fyri okkum er hetta størsti dystur nakrantíð, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

Seinnapartin sunnudagin hevði føroyska U17-liðið seinastu venjingina áðrenn dystin ímóti Slovakia. Venjingin var á Peyia Stadion í Paphos, og allir tikjast at vera væl fyri og spentir til stóru uppgávuna. Tó er greitt, at skaðin, ið Sølvi Sigvardsen fekk ímóti Kýpros er so mikið álvarsamur, at hann fær ikki verið við ímóti slovakum.

MYNDIR frá venjingini á PEYIA STADION

U17-landsdysturin millum Slovakia og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 13:00 (føroyska tíð).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder