Ítróttur

Stórsteypadysturin verður sunnudagin

...

2015-02-18 14:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnudagin 22. februar klokkan 15:00 verður árligi stórsteypadysturin ímillum føroyameistararnar og steypavinnararnar spældur á Ovara Vølli í Gundadali.

Kappingarárið 2015 verður av álvara skotið í gongd sunnudagin 22. februar klokkan 15:00, tá árligi stórsteypadysturin ímillum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá farna kappingarári verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali.

Hetta er níggjuna árið á rað, at Lions Club Føroyar og Fótbóltssamband Føroya skipa fyri stórsteypadystinum, sum í ár verður millum føroyameistararnar úr B36 og steypavinnararnar úr Víkingi.

Innkomni peningurin verður latin til eitthvørt vælgerandi endamál, og hesaferð er avgjørt, at peningurin verður latin til Fountainhúsið, ið heldur til í Heinesenshúsi í Havn.

Fountainhúsið
Endamálið við Fountainhúsinum er at geva fólki við sálarligum avbjóðingum eina meiningsfulla tilveru, sum fyri tann einstaka gevur innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til. Hvør einstakur verður stuðlaður til at skapa nakrar positivar og varandi broytingar, so møguleikin at megna arbeiði ella skúla og ein so sjálvstøðugan gerandisdag sum gjørligt, verður betri.

Virksemið í Fountainhúsinum byrjaði í apríl í fjør, og er talan um eina sjálvstøðuga verkætlan yvir trý ár, hvørs høvuðsendamál er at kanna tørvin. Fountainhúsið, sum er ein sjálvstøðugur felagsskapur, hevur eitt stýri, ið fylgir við og hevur eftilit við gongdini hjá Fountainhúsinum.

Sum sagt, skipa Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum í felag fyri stórsteypadystinum, so Fótbóltssambandið tekur sær av tí fyrisitingarliga, so sum at áseta dystardag og dómara, útvega heiðursmerki, bóltar, atgongumerki og at fáa steypið til vega. Lions Club í Føroyum tekur sær av tí praktiska, so sum innkrevjing, trygdarfólki og nógvum av tí, ið vanliga er upp til heimaliðið at skipa fyri.

Hetta er aðru ferð, at B36 spælir stórsteypadyst, men er samstundis fjórðu ferð, at Víkingur er annað av liðunum í ársins fyrstu fótbóltsfinalu. Árstalsfelagið vann steypið í 2007, meðan tað var felagsliðið úr Gøtu og Leirvík, sum í fjør fór avstað við Lions Steypinum. Atgongumerkini kosta 80 krónur, sum er stað sama sum til ein vanligan dyst í bestu deildini, og eisini ber til í hálvleikinum at fáa sær ein drekkamunn í høllini í FSF-húsinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder