Vinna

Størst framgongd í tjaldvitjanum

...

2016-07-22 12:47 Author image
placeholder

 Í gjárkvøldið stóð einki telt á tjaldingarøkinum á Giljanesi. Norrøna kom mitt í nátt, fleiri av ferðafólkunum høvdu sett kós vestur í Vágar og høvdu sett tjald upp á Giljanesi, fyri at fáa hvíld eina løtu.

Vit hava spurt Niels Olgar Joensen, sum eigur fyritøkuna á Giljanesi, um hvussu hevur gingið í summar. Niels Olgar sigur, at tey hava merkt eina stóra framgongd av fólki, sum vilja búgva í tjaldi á økinum á Giljanesi, eisini er ein viss framgongd í vitjanunum á vallaraheiminum, hann sigur eisini, at bussarnir hava havt nógv at koyra í vár og í summar.

Myndin er tikin á Giljanesi í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder