Mentan

ST??RM??TINI ???13: ???JESUS ER VEGURIN, SANNLEIKIN OG LÍVIÐ???

...

2013-10-18 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Næsta vikuskifti skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Badmintonhøllini í Klaksvík. Hetta er stórt tiltak, har væntandi fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum luttaka.

Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld kl. 19:30 ??? sunnukvøldið tó kl. 18:00 - við einum evni, sum øll hava við heitið omanfyri at gera. Tí endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um Jesus Kristus. Tilboð er um barnaansing í Skálanum, meðan hesi 3 møtini eru, eisini verður teknmálstulkur sunnukvøldið.

Harumframt eru serlig tiltøk ??? vit nevna tey ???hitt??? - fyri børn, juniorar (11-15) og ung. Juniorhittið verður í KFUM&K fríggjakvøldið kl. 19:30 (samstundis sum stórmøtið) við evninum ???Tapari ella hetja???? og við bestubitum frá TeenStreet, sum er altjóða lega í Týsklandi hvørt summar. Stórmøtið leygarkvøldið er skipað sum eitt ungdómshitt, har evnið er: ???Er Jesus sannleikin???? og sera væl umtókti bólkurin High5 syngur. Familju-hittið er sunnudagin kl. 15:00, har ein sangleikur um Elia verður framførdur.

??ll eru hjartaliga vælkomin til Stórmøtini ???13!

Kirkjuliga Heimamissiónin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder