2015-10-12 15:39
Stórmøtini 2015 verða hildin í Ítróttarhøllini á Giljanesi í døgunum 23. - 25. oktober.
Til stórmøtini hesaferð fáa vit vitjan av normanninum Johnn Hardang, umframt at stórur lovsangsbólkur v/ kórið luttekur til øll kvøldini. Eisini verða stór tiltøk á skránni fyri juniorar, ung og familjuna.
Johnn Hardang (61) úr Noregi arbeiðir sum útvarpsprestur á P7 Kristen Riksradio, har hann ger fimm sendingar um vikuna við heitinum ???Vindu mot livet???.
Johnn hevur áður verið lærari, bæði á Bíbliuskúlanum í Staffeldtsgate í Oslo og á Bildøy Bibelskole, har hann eisini var rektari. Hann hevur eisini útgivið bøkur og heftir.
Evnini á stórmøtunum í ár eru úr Fyrra Korintbrævi. Umframt at tala, syngur Johnn eisini á møtunum.
Skráin sæst á myndini niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald