Í vikuskiftinum skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Høvuðstalari er Johnn Hardang úr Noregi og væntandi luttaka fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum.
Endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um Jesus Kristus, sum ger alt nýtt. Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld, har Johnn Hardang talar. Johnn arbeiðir sum útvarpsprestur á P7 Kristen Riksradio, og hevur áður verður rektari á Bildøy Bibelskole. ??ll kvøldini verður skipað fyri barnaansing fyri børn undir skúlaaldri.
Eisini eru serlig ???hitt??? fyri børn, juniorar (11-14) og ung. Juniorhittið verður í nýggju skúlaauluni fríggjakvøldið kl. 19:30. Ungdómshittið verður leygarkvøldið kl. 22:00, har fløguaktuelli Heðin Askham syngur. Og Simbahittið fyri barnafamiljur verður sunnudagin kl. 14:30, har serligt fokus verður á Sat-7 Kids, sum er ein kristilig sjónvarpsrás í Miðeystri, ið Heimamissiónin samstarvar við. Her verður eisini høvi at stuðla ???My School???, sum er skúlafrálæra via sjónvarp til sýrisk børn í flóttafólkalegum. Eitt felags barnakór úr Vágum syngur eisini.
??ll eru hjartaliga vælkomin til Stórmøtini ???15!
Kirkjuliga Heimamissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald