Norðlýsið skrivar:
Seinnapartin fríggjadagin 30. oktober 2015 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøku í býráðshøllini til heiðurs fyri Boga á Steig, tannlæknaleiðara, sum nú fer frá fyri aldur, har hópin av fólki møttu.
Eftir umleið 40 ár í starvi sum leiðari fyri kommunalu barnatannarøktina, hevur Bogi á Steig, sum í summar fór um tey 67 árini, valt at gevast.
Bogi hevur verið ímyndin av barnatannrøktini í Norðoyggjum øll hesi 40 árini, og hann hevur eisini verið sannur slóðari at menna og víðka tænasturnar frá kommunalu barnatannrøktunum, har kommunala barnatannrøktin í Klaksvík fleiri ferðir hevur gingið á odda við nýggjum tilboðum og tænastum, sum eftirfylgjandi við lóg eru blivnar galdandi fyri alt landið.
Hetta kom eisini fram í røðuni, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt fyri Boga á Steig, har borgarstjórin heiðraði og takkaði honum fyri framúr væl úr hondum greitt avrik, áðrenn hann handaði Boga blómutyssi og gávu frá kommununi.
Camilla Tardini tekur við sum nýggjur tannlæknaleiðari, og nýtti borgarstjórin eisini høvi at ynskja henni vælkomnari til Klaksvíkar, áðrenn hann handaði henni blómutyssi og ynskti henni bestu eydnu í starvinum.
Marjun Biskopstø, tannlækni og starvsfelagi hjá Boga, helt síðan eina røðu vegna starvsfelagarnar á kommunalu barnatannrøktini. Síðan var orðið frítt, og nýttu Halldis á Grønastøð, sertannlækni, og Oddmar Færø, formaður í Tannlæknafelag Føroya, høvi at bera fram heilsanir og tøkk til Boga á Steig.
Nógv fólk møttu til móttøkuna, har eisini Magni Huusgaard spældi góðan tónleik á flyglinum í býráðshøllini, meðan gestirnir nýttu høvi at heilsa upp á fráfarandi og nýggja leiðaran fyri kommunalu barnatannrøktina í Klaksvík.
Sí fleiri myndir HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald