Vinna

Stórar útbyggingar á Havsbrún í Fuglafirði

...

2016-08-19 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stórar útbyggingar verða gjørdar á Havsbrún - Frystigoymslan er nýliga útbygd við 10.000 fermetrum, tað er tunnilsgoymslan, sum varð liðug fyrr í ár.

Nú verður fóðurgoymslan útbygd, har teir fara at byggja eina høll á havnalagnum, sum verður uml. 4.000 fermetrar, tá ið hon verður liðug í mars komandi ár, tá verður fóðurgoymslan meira enn dupult so stór, sum hon er í dag. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur, at tað verður J. & K. Petersen, sum fer at byggja nýggju fóðurgoymsluna, eisini sigur hann, at næsta útbyggingin verður lýsi-goymslan - Alt er liður í eini størri ætlan, sum varð kunngjørd fyrr í ár, har talan er um eina samlaða útbygging av Havsbrún uppá uml. 400 milliónir krónir, sigur stjórin í stuttari viðmerking fyrr í dag.

Sí myndir niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder