Vinna

Stóra Dímun - Gastronomiskar Røtur

...

2019-08-06 09:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jóhan Mortensen skrivar:


Sjálvur eigi eg ikki fá spor úti í Stóru Dímun. Tad er nú nøkur ár síðani eg
var seinast úti í hesi vøkru oyggj og eftirsum tveir av mínum abbasynum
Johan og Lukas ikki hava flogið í tyrlu og ikki áður hava verið í Stóru
Dímun nýttu vit høvið at fara skjótan túr við tyrluni.

Tað er spennandi at koma aftur til Stóru Dímun og ikki minni spennandi og
hugaligt at síggja og hoyra hvussu kreativ og núhuxandi bóndafólkini Eva og
Jógvan Jón eru. Tá vit komu út varð farið beint oman í risastóru majróta
veltuna har røturnar nú verða tiknar sum skulu nýtast til sera spennandi
løgin tey arbeiða við og sum væntandi kemur á marknaðin í September mánaða.
Vit fingu at smakka røturnar og tær vóru himmalskar.

Eva og Jogvan Jón søgdu frá, at i næstum verða nakrir tarvkálvar flettir og
so verið farið undir slaktið. Framleiðslurnar úr Stóru Dímun eru sera
vælsmakkandi og nógv eftirspurdar. Tað er siðvenja heima hjá okkum at keypa
eitt feskt krov tá byrjað verður at fletta. Hetta er okkara byrjan til
heystið og onki smakkar betur enn feskt lambakjøt ur Stóru DImun og nýggj
eplir og grønmeti Heiman Av Sandi.

Tad er hugaligt at síggja hvussu gastronomiska rákið úr Havn eisini er komið
til útjaðaran og uttan iva fer gastronomi við góðsku framleiðslum og ein
skipað ferðamanna vinna at skapa støðugar livivánir og eina menning av
okkara útjaðara.

Orkney og Shetland og Suðuroyggjar hava eitt motto sum er "Our Islands, Our
Future" ! Hetta er eisini galdandi fyri okkum føroysku oyggjabúgvar, vit
mugu samstarva alt tað vit kunna so okkum øllum verður lívið lagað.

Spennandi verður at royna róta løgin ur Stóru Dímun tá hann verður at fáa.

Johan, Johan og Lukas

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder