2016-07-08 10:59
Á Syðradali er stór útbygging av fjósinum í gongd, har hava teir í løtuni 50 neyt, sum standa á bási, men tá íð útbyggingin er liðug, tá koma teir at hava 75 neyt, sum koma at ganga leyst í nýggja fjósinum.
Vit vóru ein túr á Syðradali í gjár, har hava teir ballað grasið fyri einu viku síðan, tilsamans fingu teir uml. 330 ballir - ætlanin er at sláa aftur seinni í heyst.
Vit tóku nakrar myndir - sí niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald