Vinna

Stór útbygging á Fútakletti

...

2016-12-16 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hiddenfjord byggir í løtuni trý hús á Fútakletti. 

Tað eina er ein vatngoymsla og reinsiútgerð til vatn, tað húsið bleiv innilokað í vikuni, húsið er rættuliga stórt við stórum vatngoymslum.

Teir byggja eisini eitt hús, sum verður kóntórbygningur og kantina til starvsfólkið.

Tað verður í løtuni eisini grivið út og planerað fyri eini rættuligari stórari høll, sum verður útvið 140 metrar til longdar, hon verður beint niðanfyri høllina, sum seinast varð bygd á Fútakletti.

Atli Gregersen stjóri á Hiddenfjord sigur, at tá ið tann stóra høllin er liðug, tá er rúmdin á alibrunnunum økt við 70% í mun til tað teir hava í løtuni, men hann leggur afturat, at tað vil ikki siga, at teir fara at økja framleiðsluna við 70%, tí ætlanin er at hava alifiskin longri í høllunum á Fútakletti, soleiðis at fiskurin verður størri, tá ið hann fer á sjógv. Atli metir, at meðalstøddin á fiskinum fer at verða uml. 650 gramm, tá ið hann fer á sjógv - t.v.s. tá ið útbyggingin verður liðug.

Tað gera teir fyri at hava fiskin so stutt sum møguligt í sjónum, soleiðis at smittuvandin verður minimalur, segði Atli Gregersen, tá ið vit tosaðu við hann í gjár.

Myndirnar tóku vit í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder