Bill McLeod Jacobsen hevur góðar vónir undan dystinum móti írum, men dylur ikki fyri, at tað er eitt gott írskt landslið, sum okkara U21-leikarar skulu royna seg ímóti.
Í kvøld kl. 19:00 tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Írlandi. Dysturin verður spældur á Svangaskarði á Toftum, og undan dystinum hava leikarar og venjarar góðar vónir. Men kortini verður hetta ein rættuliga stór uppgáva fyri føroyska liðið, ið skal royna seg móti leikarum, sum dagliga spæla í ensku Premiere League.
Annar av U21-landsliðsvenjarunum, Bill McLeod Jacobsen er spentur til uppgávuna í kvøld, men hvørjar eru so vónirnar fyri einum góðum úrsliti?
- Vit hava góðar vónir. Leikarahópurin er væl fyri, lagið er gott og fyrireikingarnar hava gingið væl. Leikararnir vita, at avrikið í Montenegro var ikki gott nokk, men eins og í dystinum móti Rumenia á Svangaskarði fyrr í ár, sum endaði við javnleiki 2-2, so var nógv í tí dystinum, sum vit kunnu taka við okkum. Vit framleiða hópin av málmøguleikum, men megna ikki at enda álopini, og tá verður eyka tungt at renna eftir bóltinum aftur, tá Montenegro kontraði. Heldur ikki kendu vit okkara vitjanartíð í avgerðandi løtum. Millum annað misnýttu vit eitt brotsspark, tá støðan var 2-0 til Montenegro, sigur Bill McLeod Jacobsen, ið leggur afturat, at føroyska leikararnir eru trúgvir ímóti tí leikætlan, ið venjararnir hava lagt fyri dystin.
- Vit ætla okkum at taka dystin í bitum. Eina løtu leypa vit á og trýsta høgt, meðan vit eisini koma at bíða eftir teimum og royna at kontra, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Tað er eingin loyna, at írska U21-landsliðið er væl mannað, við leikarum, ið til dagliga spæla í ensku Premiere League, umframt nakrar, ið spæla í næst- og triðbestu deildini í Onglandi. Teir hava spælt tríggjar venjingardystir í ár. Í Fyrsta dystinum vunnu írar 3-0 móti Hollandi, síðani taptu teir 2-1 fyri Portugal, meðan triðji dysturin, sum var móti Danmark, endaði við málleysum javnleiki, har Írland allan seinna hálvleik spældi við 10 monnum.
- Írska liðið er sera væl fyri. Liðið inniheldur nógva orku og menn eru væl fyri kroppsliga. Onkur av teim spælir í Premier League, meðan teir flestu spæla í League 1 og League 2 í Onglandi.
Teir eru høgir, men hóast hetta, so royna teir at spæla fótbólt, sum vit kenna í evropeiska meginlandinum, og spæla ikki sermerkta bretska stílin, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum leggur afturat, at hetta verður ein stór uppgáva, sum bíðar føroyska U21-landsliðnum.
Undan dystinum móti Írlandi hava venjararnir, Bill Mcleod Jacobsen og Heðin Askham, allar leikarar tøkar, og samstundis vóna venjararnir, at nógvir áskoðarar koma á Svangaskarð at stuðla okkara monnum.
- Vit kunnu vænta eitt megnar avrik av okkara monnum. Taktiska uppleggið líkist tí frá Rumenia-dystinum, har vit royna at leypa á og trysta langt frammi á vøllinum frá byrjan og síðan fella aftur.
U21-landsliðið er kent fyri at tora at spæla fótbólt og framleiða nógvar málmøguleikar og er tað eisini hetta vit fara eftir.
Vit eru sera sterkir í deyðbóltum og fara vit eisini at gera okkum góðan ómak í hesum partinum. Nú eru vit aftur á heimavølli, so vónandi kemur nógv fólk á Svangaskarð fyri stuðla okkara liðið, sigur Bill McLeod Jacobsen at enda.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Írland byrjar kl. 19:00. Kostnaðurin fyri atgongumerki er 50 krónur..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald