JN

Stór sukse á Giljanesi

...

2021-08-12 09:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Í gjár var koppsetingartoymið hjá Sjúkrahúsverki Føroya á Giljanesi og bjóðaði koppseting, og má tað sigast at tað var ein stór sukse. Omanfyri 90 fólk høvdu bílagt tíð til koppseeting og onnur 65 fólk valdu møguleikan til støkk inn koppseting.

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið vóru felags um átakið at fáa koppsetingartoymið vestur at bjóða øllum borgarum, ið ynsktu at verða koppsett, at verða koppsett her vesturi. Hetta var gjørt sum ein royndarverkætlan, at koma runt um í landinum við koppsetingini.

Kommunurnar ynskja at takka Sjúkrahúsverkinum og koppsetingartoyminum fyri eitt sera gott og fyrimyndarligt samstarv. Umstøðurnar á Skúlanum á Giljanesi vóru serstakliga væl egnaðar til endamálið, har leiðandi húsavørðurin, saman við sínum toymi stóð fyri at innrætta skúlan til endamálið.

Um 21 dagar kemur koppsetingartoymi vestur aftur at geva 2. prik og tá verður eftir ætlan eisini støkk inn koppseting.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder