Mentan

Stór Jólakonsert í Vestmanna kirkju

...

2014-12-09 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týskvøldið9. desember kl. 19.00, verður stór jólakonsert í Vestmanna kirkju, har bæði kór og solistar luttaka. Konsertin er ókeypis, tó verða krukkur settar í forkirkjuna, har fólk kunnu lata pening til "Í menniskjum góður tokki", allur peningur, sum inn kemur, fer óskerdur til tiltakið, sum hjálpir fíggjarliga sperdum føroyskum familjum til jóla.

Tey sum luttaka á konsertini eru:
Halleluja Sofus
Hallur Joensen
Kristina Bærentsen
Beddi
Kirstin Johannesen
Pauli Magnussen
Magni Christiansen
Vestmanna Sangkór
Vestmanna kirkjukór

 
Hjartaliga vælkomin til eina stórfingna løtu í Vestmanna kirkju, týskvøldið 9. desember kl. 19.00.

 
Vestmanna Kirkja.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder