Vinna

Stór framgongd í summar

...

2015-10-02 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú heystið er í nánd, vísa tølini hjá Vága Floghavn at framgongdin fram til 1. oktobur hevur verið 9,8 %. Frá januar til og við septembur í 2014 ferðaust 200,314 ferðafólk um vegis Vága Floghavn. Sama tíðarskeið í 2015 hava 219,918 ferðafólk, brúkt Vága Floghavn sum sítt portur til útheimin. Hetta er ein framgongd uppá 9,8%

Í septembur ferðaust 23,334 ferðafólk umvegis flogvøllin og er hetta ein framgongd á 9,6%

???Ferðafólk hava tikið sera væl ímóti nýggju umstøðunum, sum hava staði sína roynd í summar. Vegna Vága Floghavn fegnast vit eitt nú um jaliga tíðindastubban hjá Heilafelagnum, sum skrivaði, at tey vóru væl nøgd við umsøðurnar. Vit hava varnast, at umstøðurnar fyri øll ferðandi kunnu gerast enn betur og hesum fara vit at arbeiða meira við í komandi tíðum???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Vága Floghavn hevur longu boðað frá, at arbeitt verður við einari ætlan sum skal bøta um parkeringsviðurskiftini á flogvøllinum. Eitt nú verður arbeitt við betur skelting og einari ætlan sum skal geva munandi fleiri parkeringspláss á flogvøllinum. ??tlanin er at víðka um parkeringsøki, so at flogvøllurin fer frá at hava eini 380 parkeringpláss til gott 900 parkeringspláss.

???Tað sær eisini út til at ferðafólkini hava tikið sera væl ímóti nýggja handlinum, Duty Free FAE. Tollfría sølan hevur nógv at siga, og er eitt munagott ískoyti til raksturin av flogvøllinum. Tað verið møguligt hjá Vága Floghavn at lækka tænastugjaldi frá 185,- fyri hvønn ferðandi til 165,- Eisini hevur felagið lati Atlantic Airways stórar avsláttrar uppá gjøld til tær nýggju leiðirnar til Edinburg, Mallorca og Barcelona; umframt serligan eyka avsláttur uppá fleiri fráferðir til Bergen og Reykjavík í 2016???, sigur stjórin.

Nevnd og leiðsla hjá Vága Floghavn hevur sett sær fyri at reka flogvøllin so skynsamt sum yvirhøvur møguligt, og raksturin skal tryggja, at flogvøllurin eisini í komandi árum kann arbeiða við at bøta um umstøðurnar viðvíkjandi flogferðslu á flogvøllinum í Vágum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder