Fyritøkur í øllum støddum fara at dystast í innandura fótbólti í Høllini á Hálsi fríggjadagin og leygardagin í næstu viku.
Hetta er fyrstuferð, at ein so stór kapping verður millum fyritøkur. Vinningar frá Smyril Line, Rib62 og Bowlingahøllini eru uppá spæl og undirtøkan hevur verið góð higartil, siga fyriskipararnir.
- Fleiri lið hava longu tekna seg, men vænta vit enn fleiri fyritøkur, sigur Bergur Zachariassen, fyrireikari og blaðstjóri á Vinnulívið. Føroyingar eru tiltiknir fyri at koma í seinastu løtu, og helst beint eftir tað eisini.
Tað er ein blandaður skarði av fyritøkum ið hava tekna seg til, har nøkur nøvn eru kend innan føroyska ítrottarheimin, og onnur innan onnur fakøkið, so hetta verður ein sera spennandi kapping, væntar Bergur sum eisini væntar fleiri áskoðarar í høllini, sum koma at rópa á sítt lið.
Kappingin er fyri bæði fyri privatar fyritøkur og almennir/kommunalir stovnar, tí so leingi eitt lið hevur eitt v-tal at vísa á, kann man tekna seg til, greiðir hann frá.
Bara ein Effoleikara???Føroyar eru eitt lítið land, og tað sæst eisini aftur í reglunum fyri kappingina, tí hvørt lið kann bara hava ein spælara úr Effodeildini á liðnum. Hetta fyri at fáa meira javnvág í kappingina, sigur hann.
Dómarin kemur úr Danmark dagin áðrenn kappingin byrjar, og kemur hann tá at deila lið upp, og avgerða, hvør spælir móti hvørjum. Dómarin hevur dømt fleiri dystir eftir hondini í føroyskum fótbólti, og kann man tí vænta, at tað ikki bert verður hyggufótbóltur, men eitt gott tempo í spælinum.
- Endamálið við hesari kapping er fyrst og fremst at finna útav, hvør fyritøka eigur bestu fótbóltsleikarar, men samstundis er hetta ein gyltur møguleiki fyri samansjóðing millum føroyska vinnulívið, sigur Bergur Zachariassen, blaðstjóri á vinnulívsblaðnum Vinnulívið, sum skipar fyri kappingini.
Tilmeldingarfreistin er í morgin fríggadagin 12. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald