
Sløkkiliðini úr Kvívík, Sørvági og úr Vága kommunu høvdu saman við Vága Bjargingarfelag eina stóra bjargingarroynd í Sørvági og á Bíggjarvegnum í kvøld.
Í Sørvági var eldur í smiðjuni,sum stendur uttast á havnaøkinum í Sørvági, har var neyðugt við roykkavarum og stórur eldur skuldi sløkkjast.
Á Bíggjarvegnum høvdu tveir bilar rent saman, annar áveg úr Bø og hin ávegis til Bíggjar, óhappið var beint við Breiðá, sum er miðskeiðis millum Bø og Sørvág, annar bilurin var farin niðanav í Breiðá og hin omanav á sandin við Breiðá í øðrum bilinum vóru 4 fólk og 2 fólk í hinum bilinum - øll fólkini høvdu fingið stóran skaða. Bilarnir máttu skerast og klippast upp fyri at fáa fólkini leys og úr bilunum, fráboðanin av Bíggjarvegnum kom beint sum eldurin í smiðjuni var sløktur.
Fyri okkum sá brandvenjingin út til at ganga væl - aftaná skuldu bjargingarfólkini og sløkkiliðsfólkini eftirmeta royndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald