Vinna

Stór bók út um Kjølbro

...

2015-08-17 21:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nærum hálva øld eftir at hann doyði, og 100 ár eftir at hann fór undir egið virki, kemur út stórverk um J.F. Kjølbro. Bókin eitur Kjølbro, lív og virki, og tað er ??li Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum hevur skrivað. Abbasynir Kjølbro, Jóannes Kjølbro, Anders Harboe Ree og Finn Kjølbro, hava tikið stig til útgávuna og geva út.

Sum heitið skipar til, er bókin ein lýsing av íverksetaranum og vinnulívsmanninum Jógvan Fríðrik Kjølbro frá tí at hann gjørdist handilsleiðari hjá faktorinum í 1909, og fýra ár seinni keypti sítt fyrsta skipa saman við bróðrinum, Dáva, til fyritøka hansara nærum hálva øld seinni kom á aðrar hendur.

J. F. Kjølbro var ikki bara fremsti føroyski vinnulívsmaður í 20. øld við virksemi bæði á sjógvi og landi; hann var eisini kommunalpolitikari, landspolitikari, virkin í brøðrasamkomuni og við til at stovna Norðoya Sparikassa og Sjóvinnubankan, og hann átti eisini ein virknan leiklut, tá ið Sjóvinnubankin skuldi endurreistast fyrst í fimmtiárunum.

Í bókini kanst tú lesa um, tá ið vinnuliga virksemi hansara byrjaði, um skip, trolarar og útróðrarbátar, um stríðið um havnarlagið, ið fekk stórar avleiðingar fyri virksemið alt, um fiskiskap og fiskaútflutning, farmasigling, handlar og onnur virki, virksemið á Skála, leiklutin hjá Kjølbro í fíggjarheiminum, undir læknastríðnum og

í brøðrasamkomuni, um ættina hjá Kjølbro, um Kjølbro sum politikara og privatpersón og mangt annað. Mong teirra, ið høvdu ein týðandi leiklut í fyritøku hansara, verða eisini umrødd. Søgan um vinnulívsmannin J. F. Kjølbro endar í 1967, men søgan um virkini, hann setti á stovn, helt fram og sæst aftur í vinnulívinum enn tann dag í dag.

Kjølbro, lív og virki er sera snotiligt verk, um 500 blaðsíður við hópin av myndum. Sonja Kjølbro hevur sniðgivið og sett bókina upp. Bókin verður til keyps í bókahandlunum frá mánadegnum 24. august.

Tvær bókarframløgur verða; tann fyrra í sambandi við sjómannadagarnar, í ??sáskúlanum í Klaksvík leygardagin 22. august klokkan 15, og tann seinna í H. N. Jacobsens Bókahandli mánadagin 24. august klokkan 17. ??ll eru vælkomin. Til ber at ogna sær bókina fyri kr 300 á bókarframløgunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder