2015-08-21 14:55
FERÐSLUAVMARKINGAR: Í morgin leygardagin verður skipað fyri árligu kvinnurenningini, og hetta fer sjálvandi at hava ávirkan á ferðsluna í og kring Havnina.
Sjálvt rennitiltakið byrjar á Tórsbreyt klokkan 15.00, og frá klokkan 15.30 til 17.00 verður Hvítanesvegurin ??? frá Ringvegnum til rundkoyringina við Vegin langa ??? stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu.
Á kortinum niðanfyri sæst, hvørjir vegateinar verða stongdir í hesum tíðarskeiði leygardagin 22. august, og har ferðslan annars verður tarnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald