Tíðindaskriv ??? Kontrast FM 2016
Stóri finaludagurin í judo, borðtennis og badminton
Leygardagin 2. apríl verða ikki færri enn 16 finalur á skránni til KONTRAST FM 2016 í Høllini á Hálsi, nú badminton, borðtennis og judo stendur fyri tørni.
Hetta frálíka tiltak, ið umboðar tríggjar ítróttagreinar, byrjaði í 2006, tá badminton og borðtennis kappaðust lið um lið, og í 2007 kom so judo afturat. So í ár eru 10 ár síðan samstarvið byrjaði, og sigast má, at væl hevur verið samstarvað.
Íðkandi, fyriskiparar og áskoðarar í stórum tali møta upp at stuðla spælarunum.
Sum vanligt verður nógv gjørt burturúr við serliga gólvinum, lýsingum kring vøllin, umframt bestu umstøðum í aðrar mátar.
Kappingin í borðtennis verður serliga hørð í ár. Verandi føroyameistarin, Pætur Albinus, luttekur saman við eitt nú Peter H. Niclasen, sum hevur vunnið FM ikki færri enn 16 ferðir.
Teir báðir kunnu tó vænta sær harða mótstøðu frá landsliðsleikarunum báðum, Fróða F. Jensen og Halli Thorsteinsson, sum eru búsitandi í Keypmannahavn, men sum báðir koma heim til Føroya at luttaka.
Eisini í kvinnukappingini verður tað spennandi, har Anna Mikkjalsdóttir, sum áður hevur vunnið FM, skal royna at vippa verandi føroyameistaran, Duritu F. Jensen, av trónuni.
Í einmansleiki hjá kvinnum í badminton verða tað Brynhild Djurhuus Carlsson og Kristina Eriksen, báðar HBF, sum skulu spæla um gullið og heitið Føroyameistari. Og nú lítlasystirin Rannvá Djurhuus Carlsson ikki er við í ár, so fer Brynhild allarhelst at gera alt fyri at fáa FM-heitið í hús.
Hjá monnunum bleiv tað ein sannur gysari, um hvør skuldi møta Benjamin Gunnarstein HBF, sum vann fyrstu hálvfinaluna. Tá ið avtornaði dróg Bartal Poulsen VÍF longri stráið. So spennandi verður at vita, um Benjamin Gunnarstein klárar at endurvinna FM-heitið.
Í judo verður á fyrsta sinni ein kvinnufinala ímillum tær mongu finalurnar í teimum ymisku vektbólkunum. Tað eru Sanna Djurhuus og Silja Johannesen, sum skulu kappast um at gerast kvinnuligur føroyameistari í judo.
Í innleiðandi umfarinum var dysturin teirra millum sera javnur, so spennandi verður leygardagin, hvussu leikur fer.
Finalan hjá monnum +73 kg verður ímillum Jógvan Páll Kristiansen, SJF og Hjalmar Johannesen, SJF, og finalan hjá monnum -73 kg verður ímillum Nicolaj Skoubo, HJF og Búgva Hanusarson, SKFJ.
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis úr høllini leygardagin. Og tey hava fyrireika stóra tiltakið við fleiri upptøkutólum og frásøgufólkum, sum kenna leikararnar væl. KVF sendir beinleiðis frá klokkan 14 og til steypahandanin er av.
Tað er eitt stórt ynski hjá Judo, Borðtennis og Badminton sambondunum at geva áskoðarum og spælarum eina fjølbroytta og spennandi uppliving í Høllini á Hálsi leygardagin 2. apríl frá kl.09.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald