JN

Støðgur í útstykkingini í Vatnsoyrum

....

2015-11-27 19:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??tstykkingin, sum Vága kommuna ger í Vatnsoyrum, er støðga fyribils.
Orsøkin er, at Fornminnissavnið hevur fingið fráboðan um, at grivið var nær leivdum av barakkum frá seinna heimsbardaga. Umboð frá Fornminnissavninum hava verið á staðnum og staðfest, at leivdir eru av fýra barakkum frá seinna heimsbardaga, har útstykkingin verður gjørd.
Fornminnissavnið arbeiðir nú við at gera eina lendisskráseting í økinum, eins og uppmáting verður gjørd av sjónligum leivdum av barakkunum.
Tá hetta arbeiði er liðugt, um einar tvær vikur ella so, kann arbeiðið vónandi byrja aftur.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder