FSN.fo skrivar: Nøgdirnar í uppisjóvarfiskiskapinum í 2017 eru munandi hægri, men prísirnir eru lægri enn í 2016. Seinstu tølini hjá Vørn vísa, at avreiðingarvirði er 245 mió. lægri enn seinasta ár.
Tað svarar til 14,6% afturgongd. Nakað verður tó fiska í desember, men 2017 verður inntøkan lægri enn í 2016
Í yvirlitinum hjá Fiskiveiðueftirlitinum sæst at fyri uppisjóvar fisk verður árið í ár neyvan eins gott og 2016 tá vit tosa um inntøkur. Men 2016 var helst eisini besta árið nakrantíð.
Prísurin á Sild og Svartkjafti er nógv lægri í ár enn í fjør. Tað sær út til at vit nú hava nátt toppin á veiddum nøgdum. Vit hava ásett okkum sera stórar kvotur. Hetta er gjørt í sambandi við at vit royna at vaksa um okkara part av samlaðu nøgdunum av Makreli, Sild og Svartkjafti.
Fiskimálaráðharrin og umsitingin í Fiskimálaráðnum samráðast við hini strandalondini.
Tað er bara uttanlandsnevndin, sum í trúnaði fær nakað at vita.
Og tað er so at siga ómøguligt at frætta, hvat sagt verður á hesum fundum. Og tað er sjálvandi fyri at tryggja, at okkara samráðingarstøða skal verða best møgulig, tá vit samráðast við hini londini.
Í løtuni hava vit avtalur um makrel, men tann avtalan gongur út í desember 2018. Bretland verður tí nýtt strandaland tá hesar samráðingar verða. Tí er einki at ivast í, at tað verða truplar samráðingar.
Viðvíkjandi sild og svartkjafti eru ongar avtalur. Tí áseta londini egnar kvotur. Føroyar áseta okkum 34% av svartkjafti og 19% av sild. Gomlu avtalurnar vóru 25% av svartkjafti og 4,9% av sild.
Harumframt verður fiska nógv meira enn ICES tilmælir. Eisini av makreli, har vit annars hava avtalu við hini strandalondini.
Vinna
Støðan í pelagisku vinnuni
...
2017-12-04 20:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald