Ítróttur

Stjørnuskot aftur til MB - eftir at hava verið í 07Vestur í nøkur ár

...

2015-01-03 23:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

1. deildarliðið hjá Miðvágs Bóltfelag er nú byrja at venja aftur. MB sigur, at tað er ikki frítt at tey eru spent til kappingina í 2015, nú besta liðið hjá felganum aftur leikar í 1. deild. Á Facebook brúkarnum hjá felagnum, er ein mynd løgd út í kvøld, sum vísur at stjørnuskotið Brandur Joensen og formaðurin í felagnum Kristoffur Gaardlykke taka í hondina á hvørjum øðrum. Brandur spælir við MB í 2015, eftir at hava spælt nøkur ár í 07 Vestur.

07 Vestur kunngjørdi í dag, at teir hava skriva sáttmála við Hanus Nielsen og Magna Selfoss, Magni hevur spælt nøkur ár við MB, men nú skal hann leika aftur fyri 07 Vestur. Les meira um tað her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder