Politikkur

Stjórnin svarað Sjúrði Skaale um heimildir at lata føroyskt loftrúm aftur

...

2021-12-21 12:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Danska stjórnin fær ikki stórt øðrvísi heimildir at lata aftur føroyskt loftrúm, enn hon longu hevði frammanundan. Og skuldi tað verið neyðugt at steingja føroyskt loftrúm, skal tað gerast í samráð við føroyskar myndugleikar. Tað kemur fram í svari til spurningar, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, setti danska flutningsmálaráðharranum í farnu viku.

Tað skapti nakað av ørkymlan, tá løgtingið í farnu viku skuldi viðgera ríkislógartilmæli um broytingar í lógini um loftferðslu. Broytingin nágreinar heimildirnar hjá danska flutnigsmálaráðnum at fyribils avmarka ella forbjóða loftferðslu í økjum í ríkisfelagsskapinum, soleiðis at heimild eisini kann gevast, um ???heilt serligar umstøður??? krevja tað.

Í svarinum til Sjúrða Skaale og viðmerkingunum til lógaruppskotið er neyvari ásett, undir hvørjum umstøðum flutningsmálaráðharrin kann steingja føroyskt loftrúm. Tað er bert í heilt serligum kreppustøðum ??? t.e. um vandi er fyri kríggi, fyri flogtrygd, lívi og heilsu, umhvørvisóhappi ella uttanríkispolitiskari kreppu - at ein slíkur stongsul kann umhugsast. Og at avgerðin bert verður tikin í samráð við landsstýri í Føroyum.

- Eg havi spurt rætta viðkomandi og eisini tosað við viðkomandi partar um málið. Eg lesi svarið frá flutningsmálaráðharranum sum eina staðfesting av, at eingin ætlar at broyta verandi praksis á økinum.

Broytingin skal síggjast í ljósinum av óvanligum hendingum seinastu árini, har neyðugt hevur verið at seta tiltøk í verk á luftferðsluøkinum. Her verður serliga hugsað um stóra eldgosið í Íslandi fyri nøkrum árum síðani og koronufarsóttina.

- Vit eiga eisini at minnast til, at danska stjórnin hevur havt hesa heimildina í góð 60 ár. Mær vitandi er hon ongantíð brúkt, uttan tað hevur snúð seg um flogtrygd ella í sambandi við koronu. Verður hon kortini brúkt, skal tað gerast í samráð og semju við føroyskar myndugleikar.

Tað ber til at lesa svarini frá flutningsmálaráðharranum her:

https://www.ft.dk/samling/20211/spoergsmaal/s322/svar/1841385/2503974.pdf
https://www.ft.dk/samling/20211/spoergsmaal/s323/svar/1841384/2503972.pdf
https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/tru/spm/134/svar/1841363/2503925.pdf

Javnaðarflokkurin á fólkatingi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder