Stjórnarskipanararbeiðið verður heilsað vælkomið
Tað er gleðiligt, at sjøtul nú er settur á stjórnarskipanararbeiðið. Hetta arbeiðið hevur verið drúgt í politisku skipanini, og nú má røkka ella støkka. Eftir fráboðanina hjá løgmanni um, at stjórnarskipanararbeiðið fór av bakkastokki, hava politisku útmeldingarnar verið heldur ivasamar. Tað er sera harmiligt, at ávísir flokkar gera sær dælt av at fara í skotgravirnar og finna fram sama gamla orðaljóðið, heldur enn at seta seg til samráðingarborðið og geva arbeiðinum ein veruligan møguleika. Nú er umráðandi, at flokkarnar taka lógvatak saman og finna ta neyðuga semjuna, sum ber á mál til frama fyri føroysku tjóðina og føroyska fólkið. Søgan hevur víst okkum, at tá vit føroyingar standa saman, er hetta besta styrkin og sterkasta vápnið til tess at vinna Føroyum rættindi. Besta dømi um hetta er makrelmálið, sum vit øll fegnast um í dag. Sagt varð, at hetta fór aldrin at bera á mál, men við fastari trúgv og samanhaldi komu vit á mál. Viðvíkjandi stjórnarskipanararbeiðinum er tað okkara vón, at fáa staðfest, at evsta vald føroyinga liggur hjá føroyingum og ongum øðrum. Við hesum orðum og kvøðu frá kendu orðunum hjá Hans Andrias Djurhuus heilsar Havnar Framburðsfelag stjórnarskipanararbeiðinum vælkomnum:
Saman at halda varð ei okkum givið,
tí er so lítið burturúr her blivið;
tí enn vit tala, men ov lítið gera.
Samanhald má vera!
Havnar Framburðsfelag
Nevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald