Sjálvandi eru nógvar góðar og neyðugar ásetingar í uppskotinum, men alt ov nógvur dagligur politikkur er í. Eftir mínum tykki, reyður partapolitikkur. Tað má lúkast út, segði Jørgen Niclasen m.a. í síni formansrøðu á landsfundi Fólkafloksins í gjár.
Stjórnarskipanararbeiðið er sum at rógva í siropi. Stríðið millum Sambandið og Tjóðveldi tykist sum nevaleikur í hvør sínum boksiringi, har løgmaður tykist groggy, segði Jørgen Niclasen ma. í síni formansrøðu á landsfundi Fólkafloksins í gjár. Hann helt fram við at siga, at stjórnarskipan skal eftir hansara tykki serliga snúgva seg um rættindi og skyldur hjá einstaka føroyinginum. Hetta royna vit at fáa samgonguna til, men strilti gongur.
Í upplegginum frá tríeindini: løgmanni, Poul og Hoydal fyllir hetta minst. Um frælsi hjá tí einstaka, stendur mest um frælsi í einum fongsli. Teir krevja, at minniluti í løgtinginum skal kunna krevja fólkaatkvøðu um allar lógir, men als ikki um hjúnabandslóg og skattalógir. Eisini stendur, at løgtingið má ikki gera stórar broytingar til 3. viðgerð i tinginum, hóast tað júst er tað, sum hendan samgongan ger. Og so skal stjórnarskipanin tryggja almenn arbeiðspláss, har almennir stovnar, sum landsbankin skal standa í. Tað er burturvið, segði hann.
Jørgen Niclasen helt tó, at sjálvandi eru nógvar góðar og neyðugar ásetingar í uppskotinum, men hann vísti á, at alt ov nógvur dagligur politikkur er í. Eftir hansara tykki, reyður partapolitikkur. Tað má lúkast út.
Fólkafloksformaðurin undirstrikaði, at persónliga frælsi er lykilin til framburð. Persónliga frælsi er lykilin til veruliga umsorgan. Hetta skal verða landið við møguleikum. Eitt land sum eggjar heldur enn forbjóðar. Eitt land sum lønar heldur enn revsar. Minst til, tað er betur at tendra eitt ljós enn at banna myrkrinum. Tað mugu vit altíð hava fyri eyga í okkara arbeiði fyri fólkið. At tryggja persónliga frælsi, eigur at verða bulurin í eini stjórnarskipanini, segði Jørgen Niclasen m.a. í síni formansrøðu á landfundi Fólkafloksins í skúlanum við Løkin í Runavík.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald