Vit viðgera í dag eitt lógaruppskot, sum fór til hoyringar á ólavsøku í ár. Drívmegin ar gerast sjálvbjargin, at gera meira og meira sjálvi og á egnan hátt hevur gjørt, at føroyingar og Føroyar eru komin so langt sum samfelag.
At í størri í størri mun skilmarka egnan veruleika og samleika sum samfelag er ein liður í hesi gongd, og Stjórnaskipan Føroya er partur av hesum. Ein gongd, har Føroya fólk sjálvt skapar nakað í felag.
Arbeiðið við stjórnarskipanin byrjaði veruliga í 1999, um somu tíð tá eg við treysti flutti aftur til Føroya eftir lestrartíð. Ein spennandi tíð, har eg fylgdi við hesum arbeiði og hesum máli uttanfyri tinggátt og úti í samfelagnum, eins og mong gera tað i dag. Vit kenna søguna, álitini frá 2001, 2004 og 2006. Vit minnast uppskotið frá 2006, sum varð sent í hvørt hús í landinum: prosa á føroyskum og stílfullur lógartekstur á føroyskum. Ein nýggjur tekstur í Føroyum, sum m.a. eg tók til mín og gjørdi til part av undirvísingini í føroyskum á miðnámi tað skúlaárið.
Fyriliggjandi uppskot tekur í stóran mun støði í arbeiðinum frá 2010 og 2011, í arbeiðinum í løgtinginum, sum allir flokkar hava myndað. Og fyri okkum hava vit eitt heilstoypt uppskot, eitt vakurt arbeiði, sum vit núverandi tingfólk fáa høvi at viðgera og bera á mál, so tað kann fara til fólkaatkvøðu. Tað er bygt av tættum, sum eru vanligir í grundlógum: Formæli, Stýrislag, Rættindi og skyldur, Fyrisiting, Dómsvald, Stýrisskipan, Samtykt og gildi.
§ 1 sigur: Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki. Og hetta er essensurin í hesum máli.
§ 2 sýnir, at vit byggja á valdstríbýti, og eru hesar greinar dømi um, hvussu ein føroysk stjórnarskipan skilmarkar okkara fólkaræði og rættarskipan.
§ 4 umrøður m.a. føroyskt mál og støðu tess og er tað fyrstu ferð, at vit geva føroyska málinum hetta plássið einsamalt, uttan at seta annað tungumál við síðuna av tí. Hetta er ein sera týdningarmikil grein í stjórnarskipanini, ikki minst tá vit hugsa um, hvønn týdning málstríðið hevur havt fyri menningina av føroyska samfelagnum.
Fleiri av greinunum í partinum um rættindi og skyldur kunnu tykjast sum sjálvsagnir í okkara samfelagi. Men eg má samstundis siga, at tað er sera grundleggjandi, at vit sjálvi á føroyskum orða okkara framsøgufrælsi, okkara felagsfrælsi og okkara savningarfrælsi - virðir og rættindi, sum eru hótt mangastaðni í heiminum í dag.
Síðani eru fleiri týdningarmiklar greinir um m.a. vinnu, innløgu og náttúrutilfeingi.
Hetta uppskot er eitt felagsgrundarlag, sum vit kunnu gera semju um og senda til Føroya fólk at taka støðu til. Vit hava tørv á hesum grundarlagi at nýta úteftir: Føroyar skulu betur og betur kunna umboðað seg sjálvar og kann stjórnarskipanin gerast eitt gott amboð ar greina og greiða støðu Føroya úti í heimi.
Men sanniliga hava vit tørv á hesum felags grundarlaginum inneftir í samfelagi okkara. Vit hava tørv á eini tjóðskaparsemju um okkara fólkaræði, um grundvirðini í samfelagnum, um rættindi og skyldur o.s.fr. Tað er ikki uttan týdning, at vit gerast tilvitað um okkara sjálvsfatan og nevna ymisku tættirnar í hesum samfelganum við egnum navni og orðaðar á okkara máli.
Og eg kann siga vegna Framsókn, at vit vilja hetta: vit hava eitt inniligt ynski um, at vit sameinast í felagsskapi og samleika. Nógvir spurningar eru settir og fleiri hava undir viðgerðini sagt, at tey vilja málinum væl. Latið okkum taka hesar spurningarnar og viðgera teir í nevndini, sum skal arbeiða við stjórnarskipanaruppskotinum. Tað skal javnviga millum løgfrøði, fólkarætt og politikk, og tað er ein æra at vera partur av einum løgtingi, sum viðger hetta mál.
Uppskotið frá løgmanni er ein útrætt hond til allar flokkar grundað á undanfarna arbeiðið, sum allir flokkar hava verið við í. Arbeiðið í løgtinginum, sum nú skal fara fram, er sera týdningarmikið. Vit hava fingið viðmerkingar frá fólkinum, sum eru lagdar fram saman við uppskotinum. Latið okkum viðgera teir spurningarnar um m.a. ymisk rættindi, um ímyndir og mál, um ásetingar um átrúnað v.m. Latið okkum so finna semjur og bera málið út til fólkið í landinum.
Hanna Jensen, løgtingslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald