Trý stjórnarráð í landsfyrisitingini broyta navn. Tað er greitt, nú fráboðanin um málsøkjabýtið er lýst. Nýggju heitini samsvara betur við einstøku økini, ið stjórnarráðini eru sett at umsita.
Nýggja ráðið, ið higartil hevur verið nevnt Innlendismálaráðið, eitur nú Samferðslumálaráðið. Henrik Old er landsstýrismaður í samferðslumálum.
Heilsumálaráðið broytir eisini navn. Tað eitur nú Heilsu- og innlendismálaráðið. Sirið Stenberg er sostatt landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.
Tá uttanríkismál eru flutt av Løgmansskrivstovuni í Vinnumálaráðið, verður nýggja heitið Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Poul Michelsen er landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Hini stjórnarráðini eru Løgmansskrivstovan, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Almannamálaráðið og Mentamálaráðið.
Fráboðanin um málsøkjabýtið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald