2015-02-20 20:44
Í gjárkvøldið var ein dystur í Hvonndeildini leiktur í Høllini á Giljanesi, dysturin var ímillum Søljuna og Stjørnuna.
Teir fyrstu 25 minuttirnar fylgdust liðini væl t.d. var støðan í 21. minutti 6-7 til Stjørnuna, men hálvleiksstøðan gjørdist 7-13.
Í seinna hálvleiki bar einki til hjá Søljuni, tær fingu bara 3 mál ímeðan Stjørnan fekk 13, Stjørnan vann tískil 26-10.
Toppskjútti hjá Stjørnuni var Jórun B. Nielsen við 7 málum, hjá Søljuni fingu Christel Christoffersen og Arnleyg Haraldsen 3 mál í part.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald