Ítróttur

Stjørnan vann 20-6 á Søljuni

...

2014-12-01 04:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Klaksvík varð ein dystur leiktur í Hvonndeildini í dag, tá Stjørnan tók ímóti Søljuni úr Sandavági. Talan var um botndyst - undan dystinum hevði Stjørnan 2 stig og Søljan einki.

Søljan legði seg aftur í dag á odda við einum máli, sum Jóhanna Kjartansdóttir fekk í 1. minutti, liðini fylgdust eisini teir fyrstu 10 minuttirnar, men so rann Stjørnan frá Søljuni, hálvleiksstøðan var 12-4 til Stjørnuna.

Í seinna hálvleiki fekk Stjørnan 8 mál og Søljan fekk 2 mál, soleiðis at úrslitið gjørdist 20-6 til Stjørnuna.

Hjá Stjørnuni fekk Ella Petersen flest mál, hon setti bóltin 5 ferðir í netið hjá Søljuni. Hjá Søljuni var Nadja Johannesen toppskjútti við 2 málum.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1132922610317
2Kyndil112872216616
3VB102632055813
4VÍF102732264712
5StÍF102442034110
6Stjørnan10171270-994
7Søljan1093309-2160

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder