Hvonndeildin: Undan dystinum í Klaksvík í dag, stóð á jøvnum millum Stjørnuna og StÍF, bæði liðini høvdu 6 stig, tí var lagt upp til ein spennandi dyst millum hesi bæði liðini.
Liðini vóru sera tom í byrjanini fyrsta málið kom í 4 minutti, tað var Stjørnan sum legði seg á odda, fyrsta málið hjá StÍF kom í 7. minutti, tá ið tær javnaðu til 1-1. Allan fyrra hálvleik fylgdust liðini væl, tá ið farið varð til hálvleik, vísti máltalvan 9-7 til Stjørnuna.
Gongdin í fyrra hálvleiki speglaðist aftur í seinna hálvleiki, liðini kempaðu um at koma omaná, men Stjørnan var drúgvari - tað var javnleikur 15-15 í 17 minutti, men teir seinastu minuttirnar dugdu klaksvíkskvinnurnar betri at brúka kjansirnar og vunnu 20-17.
Stjørnan: Ungureanv Raluk, Jetta Svedstein, Jansy Jacobsen 2, Simona Florea, Edith Hansen, Jórun B. Nielsen 4, Poula L. Joensen, Kristina Poulsen 1, Tóra Eliasen 4, Una Váðklett 1, Judith Hansen 2, Martha Beliic 6 og Ella Poulsen 1.
StÍF: Lív Arge, Michala C. Mather, Fríðrún Danielsen 2, Rebekka Justinussen 5, Erla Petersen, Guðrum Gærdum, Sunfríð B. Johansen 2, Guðrið Poulsen, Birna Tummasardóttir 5, Ansy Sevdal og Paula B. Høgnesen.
Støður:
5. min. 1-0
10. min. 2-1
15. min. 4-2
20. min. 7-5
25. min. 7-5
30. min. 9-7
35. min. 11-9
40. min. 13-12
45. min. 14-13
50. min. 16-15
55. min. 18-15
60. min. 20-17
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum.
Áskoðarar: 200
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald