Ítróttur

Stjørnan og VÍF fáa mest burturúr brotskøstum

...

2015-11-22 19:45 Author image
Ásbjørn Nielsson Nattestad
placeholder

FTZ-deildin

VÍF er tað liðið, sum er fær mest burturúr brotskøstum í FTZ-deildini. Liðið úr Vestmanna hevur fingið 28 mál út av teimum 34 brotskøstinum, sum liðið hevur fingið. Táá tað kemur til hin endan á vøllinum, liggur Kyndil ovast. Kyndil hevur eitt bjargingarprosent uppá 33,3%, ella hava bjargað 12 út av teimum 36, sum eru dømd ímóti teimum. 

VÍF er tað liðið, sum hevur fingið flest brotskøst. Og Kyndil er tað liðið, sum hevur gjørt flest brotskøst. Sí talvuna niðanfyri.

  SKOTIN MÁL BREND %   ÍM??TI BJARGAÐ MÁL %
VÍF 34 28 6 82,4 KYNDIL 36 12 24 33,3
H71 25 20 5 80,0 STÍF 31 9 22 29,0
KÍF 23 17 6 73,9 NEISTIN 21 6 15 28,6
KYNDIL 29 21 8 72,4 H71 26 7 19 26,9
STÍF 25 18 7 72,0 VÍF 31 7 24 22,6
TEAM KLAKSVÍK 24 17 7 70,8 KÍF 19 3 16 15,8
NEISTIN 19 13 6 68,4 TEAM KLAKSVÍK 15 1 14 6,7
  179 134 45 74,9   179 45 134 25,1
Hvonn-deildin

Stjørnan toppar listan í Hvonn-deildini, Stjørnan hevur eitt skoringarprosent uppá 84,6%, ella tær hava fingið 22 mál, út av teimum 26 brotskøstinum liðið hevur fingið.

Kyndil er tað liðið, sum liggur ovast á listanum fyri bjargingar. Kyndlamálverjarnir hava bjargað 10 út av teimum 18 brotskøstunum, sum eru dømd ímóti liðnum.

Kyndil er tað liðið, sum hevur fingið flest brotskøst. VB hevur gjørt flest brotskøst. 
Sí talvurnar niðanfyri.
  SKOTIN MÁL BREND %   ÍM??TI BJARGAÐ MÁL %
STJ??RNAN 26 22 4 84,6 KYNDIL 18 10 8 55,6
VÍF 28 23 5 82,1 NEISTIN 21 10 11 47,6
KYNDIL 41 32 9 78,0 VÍF 35 10 25 28,6
NEISTIN 18 11 7 61,1 VB 36 10 26 27,8
STÍF 28 16 12 57,1 STJ??RNAN 34 7 27 20,6
VB 28 14 14 50,0 STÍF 25 4 21 16,0
  169 118 51 69,8   169 51 118 30,2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder