2017-08-26 09:11
Stjørnan og Polarhav komu á Kollafjørð tíðliga í morgun við góðum 200 tonsum av gulllaksi, sum teir landa til Faroe Pelagic.
Teir hava hendan túri roynt vestanfyri.
Stjørnan og Polarhav eru nú liðnir við gulllaksakvotuna, teir fara antin at fiska upsa, ella fara teir á makrelveiðu, tá ið teir loysa aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald