2016-05-12 08:10
Stjørnan og Polarhav koma á Klaksvíkina nú kl. 9.30, við 120 tonsum av gulllaksi, sum teir skulu landa á Kósini.
Stjørnan og Polarhav hava langan túr, teir byrjaðu norðanfyri, men høvdu tá fólk við, sum skuldi royna onkra nýggja útgerð, tað gingu tveir dagar til tað. Síðan fóru teir á vestara kant av Føroya Banka, har teir gjørdu nøkur tov, men smáligt var - Stjørnan og Polarhav fóru síðan suðureftir og hava roynt uppímóti markinin við ES, har eisini hini gulllaksaskipini royndu seinasta túr. Fiskiskapurin hevur verið smáligur hjá øllum skipunum.
Hini bæði gulllaksapørini landaðu í gjár, tey fóru nýggjan túr í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald