Vinna

Stjørnan og Polarhav landa á Kósini

...

2016-05-21 05:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 220 tonsum av gulllaksi, sum teir landa til Kósina, teir byrjaðu at landa kl. 6.

Stjørnan og Polarhav høvdu eitt tov millum bankarnar, men fluttu so suður ímóti ES-markinum, har teir hava roynt, teir fóru at sigla inn seinnapartin í gjár.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir høvdu havt onkrar ruskdagar, men í gjárkvøldið var gott veður á leiðini sunnanfyri.

Stjørnan og Polarhav fara nýggjan túr kl. 19 í kvøld.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder