Vinna

Stjørnan og Polarhav landa á Kósini

...

2016-09-09 07:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík um 6-tíðina í morgun við útvið 180 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini, gulllaksurin verður síðan koyrdur til Leirvíkar - tað er Tavan, sum keypir veiðuna.

Stjørnan og Polarhav hava hendan túrin roynt vestanfyri.

Nú er ikki so nógv eftir av gulllaksakvotuni, men teir fáa ein túr afturat - Eftir okkara útrokning eru uml. 400 tons eftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder