2016-07-06 17:47
Stjørnan og Polarhav koma á Klaksvík í kvøld við 260 tonsum av gulllaksi, sum teir skulu landa á Kósini í morgin, teir byrja at landa kl. 6 í morgin.
Stjørnan og Polarhav fóru avstað týsdagin í farnu viku, fyrst royndu teir millum bankarnar, men har var einki at fáa, seinni fluttu teir suður ímóti ES-markinum, har var hampuligt fiskarí.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Stjørnuna í kvøld, veðrið var av tí allarfagrasta, teir søgdu, at teir fara nýggjan túr hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald