2015-05-26 11:37
Stjørnan og Polarhav hava gjørt ein góðan gulllaksatúr. Teir komu á Klaksví um 2-tíðina í nátt fullfermdir av gulllaksi - góð 250 tons, sum teir landa á Kósini, teir byrjaðu at landa kl. 6 í morgun.
Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.
Stjørnan og Polarhav byrjaðu túrin vestur úr Mykinesi, har gjørdu teir tvey tov, men fluttu so á norðara kant av bankanum, har teir høvdu góðan fiskiskap.
Skipini fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald