Greipuvinnarnir úr Neistanum fingu ikki tí bestu byrjana uppá nýggja kappingarári í Hvonn-deildini. Stjørnan tók í kvøld móti Neistanum.
Neistin byrjaði dystin betur, og liðið fekk lagt seg nøkur mál frammum beinavegin. Hálvleiksstøðan var 9-12 til Neistan. Stjørnan kom betri út frá hálvleiki, og komu skjótt uppá javnleik, eftir tað fylgdust liðini, og endaliga úrslitið gjørdist 19-19.
Stjørnan: Ungureanli Rhllica, Una Váðklett 1, Edith Hansen 1, Jancy Jacobsen 4, Tóra Eliasen 1, Durita Thomsen 1, Jórun Nielsen 2, Marta Beljic 4, Sumona Florea 1 og Ella Petersen 4.
Neistin: Fríða Petersen, Súsanna P- Nólsoy, Lilja Mohr 4, Birita Jacobsen 2, Eir Berg 3, Ása á Neystabø 4, Barbara Nattestad, Drós Ragnarsdóttir 1, Marjun F. Danberg 3, Nicoleta Hansen 2, Tórhalla Thorsteinsson og Margit Fríðmundsdóttir.
Støður:
5. min. 0-3
10. min. 1-5
15. min. 4-6
20. min. 5-8
25. min. 7-10
30. min. 9-12
35. min. 11-13
40. min. 13-14
45. min. 15-15
50. min. 16-17
55. min. 18-18
60. min. 19-19
Áskoðarar: 200
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald