Ítróttur

Stjørnan gav Neistanum skarpan gang í Klaksvík

...

2016-01-25 00:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í CocaCola-kappingini tók Stjørnan í dag ímóti Neistanum. Tað sást frá byrjan, at Stjørnan ætlaði at fáa okkurt burturúr í dag. Talan gjørdist um ein tættan fyrra hálvleik, har Stjørnan ovtast lá omaná og tá ið farið var til hálvleik, tá vísti máltalvan 14-13 til Stjørnuna.

Liðini fylgdust eisini fyrru helvt av seinna hálvleiki, men so dróg Neistin frá, Neistin vann dystin 30-25.

Stjørnan: Ungureanu Ravluk, Jetta Svadstein, Jensy Jakobsen 4, Ella Petersen 1, Simona Florea 5, Edith Hansen 1, Jórun B. Nielsen 3, Sofía Lassen, Una Váðklett, Tóra Eliasen 5, Judith Hansen 1, Hervør Olsen, Kristina Poulsen 5, Martha Beljic og Paula L. Joensen.

Neistin: Fríða Petersen, Barbara Nólsoy, Lilja Mohr 2, Eir Berg 6, Birita Jacobsen 6, Barbara Johannesen, Marjun Danberg 7, Nicoleta Hansen 2, Margit Weihe, Birita Wardum 2, Brynja Høj 5 og Jacklin Djurhuus.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 6-5

15. min. 7-7

20. min. 9-8

25. min. 12-12

30. min. 14-13

35. min. 16-15

40. min. 19-19

45. min. 20-22

50. min. 21-24

55. min. 22-26

60. min. 25-30

Dómarar: Alexandur Johansen og Niclas Niclasen

Áskoðarar: 50.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder