2015-12-14 22:47
Vinnuhúsið skrivar:
Siri Eysturoy
Stjóri, SIRI Aldur: 62 ár
Heimstaður: Hoyvík
Familja: støk - 4 børn
??tbúgving: Farmakonom
Áhugamál: Mítt arbeiði. Eg brenni fyri at servisera kundar og geva teimum eitt gott upplivilsi. Eisini dámar mær væl góðan mat, at ganga úti í náttúrini, at dansa, ferðast og meditera ??? og at taka mær av løttum.Stjórin hendan mánaðinHvat ger fyritøkan, har tú ert stjóri/eigari?Eg eri stovnari, eigari og stjóri í SIRI. SIRI er undangonguhandil, tá tað snýr seg um fyrstafloks undirklæði, bæði til kvinnur og menn, bróstprotesur, kompressiónssokkar, bandagir og heilsugóðar vørur so sum kosttiískoyti, vitaminir, góðar oljur, heilsukost, til húðrøkt o.l. Harumframt hevur handilin eitt breitt úrvæl av klæðum og skóm, sum fara væl við kroppi og fóti sum heild. Harafturat er ein statsautoriserað fótterapeut klinik við tveimum fótterapeutum tilknýtt at handlinum, har onnur teirra arbeiðir og ráðgevur í handlinum.Hvar heldur fyritøkan til?SIRI er at finna í Dr.Jacobsensgøtu 18 í Tórshavn.Nær varð hon stovnað?1984Hvussu nógv starvsfólk arbeiða í fyritøkuni?4 ársverk
Vinnuligir karmar í Føroyum:Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini?Avtikið avgjøldini á kosmetikvørum, herundir gerandisvørur sum sjampo, krem, baðisápu - ja alt innan kropsrøkt. Hóast tað einans eru uml. 6 mánaðir síðan avgjøldini blivu avtikin við løgtingslóg, hevur hetta longu havt eina positiva ávirkan á fyritøkuna.
Eftir at avgjøldini vórðu avtikin, eru vit nú kappingarfør mótvegis fyritøkum uttanlands við tað, at vit nú kunnu bjóða sama prístøði sum aðrastaðni. Tí eru kosmetikvørur blivnar meira áhugaverdar hjá okkum at hava, eins og vit eru meira fokusera á hesum vørum. Tí hava vit breiðkað munandi um úrvælið og hetta merkja kundarnir eisini.
Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku?Loyvt hondkeypssølu av vørum frá Apotekinum.Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?
Umstøðurnar eru sera góðar.Hvat kundi verið betri?At vit føroyingar sleppa hugburðinum um, at prísstøði er so nógv hægri her heima enn uttanlands. Vit hava ein inngrógvnan hugburð um, at alt er so dýrt í føroyum, men veruleikin er tann, at í dag kosta flest allar vørur tað sama í føroyum. Vit sum fyritøkur, og frá politiskari síðu, kundu gjørt meira við at broyta hendan hugburð, tí hetta hevði gagna bæði vinnuni og landsbúskapinum og harvið eisini kundanum sjálvum.
Harafturat hevði tað bøtt um, um fólk og miðlar umtalaðu miðbýin í Havn meira positivt, tí tað hevur miðbýurin uppiborðið.
Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?At halda áfram við at menna fyritøkuna, og at halda fast við kjarnuvirðunum hjá fyritøkuni.
Persónligt:Hvat er tað besta við at vera stjóri í tínari fyritøku?At gera ein mun og at eg sleppi at útliva mínar dreymar.Hvat er tað mest avbjóðandi?At fáa og varðveita góð starvsfólk.Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?Tað veit eg ikki rættuliga, men mentalt eri eg til arbeiðis mest sum alla tíðina.Hvør ert tú?Eg eri álítandi, erlig, ágrýtin, vísi umsorgan, og eg eri ikki bangin fyri at taka truplar avgerðir tá á stendur.
Spurningar um aktuell mál:Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?At skapa eitt rúmligari samfelag, ið rúmar ymsikleikanum - øðrvísi hugsandi menniskjum, ymiskum religiónum, sexualitetum, og individualitetum. Tað er týdningarmikið at vera tolerant ??? tað at vera tolerant merkir ikki, at man altíð er samdur ella góðtekur alt, men at man ger sítt besta at skilja og rúma tí, sum er somikið øðrvísi, at tað kann tykjast eitt sindur ræðandi. At rúma øðrum, merkir ikki, at man skal tilsíðisseta síni egnu samfelagsvirðir og áhugamál. ??tti heldur samfelagnum aftur. ??tti ger, at vit fer aftaná fer spenna bein fyri hvørjum øðrum og samfelagnum. Tað er tørvur á fólkum, ið tora at bróta grensur fyri at skapa eitt rúmligari samfelag.Skulu vit hava fleiri kvinnur í partafelagsnevndir? Um ja, hvussu fáa vit tað?Sjálvandi skulu vit tað. Ein fyritreyt fyri at fáa feiri kvinnur í partagelagsnevndir er sjálvsagt at velja tær. Vinnuhúsið kundi evt. gjørt eina avtalu við landsstýrið um at stremba ímóti, at allar partafelagsnevndir skuldu hava javnt kynsbýti. Avtalan kundi
verið galdandi eitt nú 5 ár, og um vinnan ikki sjálv kundi halda hesa avtalu, varð lógaruppskot lagt fyri tingið um at áseta kynskvotur við lóg í øllum vinnunevndum í eitt ávíst tíðarskeið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald