2016-12-29 19:12
R7 Kringvarp byrjaði sítt virksemi í novembur 2015.
Síðan byrjan hevur Petur Jacobsen verið stjóri á rásini, men á nýggjárinum tekur nýggjur stjóri við. Petur fer frá sum stjóri, men heldur tó fram sum nevndarformaður í felagnum og stjóri á R2 Net.
Nýggi stjórin á R7 verður Ingi á Steinamørk, sum tekur við starvinum 1. januar.
Ingi er 35 ára gamal, ættaður úr Søldarfirði og hevur staðið fyri tøkniliga partinum av rásini síðan byrjan, umframt á Rás2 í árunum 1999 til 2007. Hann hevur seinastu 6 árini starvast sum menningarleiðari á samskiftisfyritøkuni, Faroe Media.
Við hesum stjóraskifti fara vit at síggja fleiri nýggjar tænastur í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald