Vinna

Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu eru arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir

...

2019-03-12 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Hagstovan hevur nú víðkað uppgerðina av arbeiðsloysinum, so hon eisini vísir, hvussu longi fólk hava verið í arbeiðsloysi. Uppgerðin vísir, hvussu stutt- og langtíðararbeiðsloysi er skift kynini, ymsu aldursbólkarnar og millum sýslurnar.

Høvuðsniðurstøðan er, at ein stór helvt ella 54% av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys í styttri enn 3 mánaðir, og at sætti hvør ella 16% hava verið arbeiðsleys í meir enn 12 mánaðir. Síðstnevnda er tað, sum eftir altjóða máti verður nevnt langtíðararbeiðsloysi. Uppgerðin vísir eisini, at samstundis sum samlaða arbeiðsloysið síðstu tvey árini er minkað við meir enn eini helvt, er minkingin rættiliga javnt býtt millum tey styttri og tey longri tíðarskeiðini, fólk hava verið arbeiðsleys.

Arbeiðsloysistíðarskeiðini eru eftir longd býtt upp í 5 bólkar: tey, sum hava verið rakt av arbeiðsloysi styttri enn 1 mánað, 1 til 3 mánaðir, 3 til 6 mánaðir, 6 til 12 mánaðir og at enda tey, sum hava verið arbeiðsleys í meir enn 12 mánaðir. Tey arbeiðsleysu verða flokkað í hesar bólkar eftir hvussu nógvar samanhangandi dagar tey uttan slit hava verið skrásett at verða arbeiðsleys.

Sum langtíðararbeiðsleys roknast tey, ið uttan slit hava verið arbeiðsleys í meir enn 12 mánaðir. Hetta er sambært ILO, altjóða arbeiðsmarknaðarstovnin undir ST.

Til ber at máta stutt- og langtíðararbeiðsloysi síðani desembur 2016. Longur aftur slepst ikki, tí í desembur 2015 tók ALS nýggja skrásetingarskipan í nýtslu, sum ger, at fyrsta 12-mánaðarskeiðið við samanberiligum grunddátum er frá des. 2015 til des. 2016.

Í talvuni omanfyri sæst hvussu býtið var í arbeiðsloysinum eftir tíðarlongd í arbeiðsloysi, og hvussu broytingin hevur verið frá desembur 2016 til desembur 2018. Mynstrið sæst at vera rættiliga óbroytt hesi tvey árini:

  • at av teim arbeiðsleysu hevur stívliga ein fjórðingur verið í arbeiðsloysi styttri enn 1 mánað,
  • at somuleiðis stívliga ein fjórðingur hevur verið í arbeiðsloysi 1-3 mánaðir
  • at sætti hvør ella 16% hava havt 3???6 mánaðir í arbeiðsloysi,
  • at sjeyndi hvør ella 14% hava havt 6???12 mánaðir í arbeiðsloysi, og
  • at sætti hvør ella 16% hava havt meir enn 12 mánaðir í arbeiðsloysi.

Hetta var býtið í desembur 2018 og nøkulunda soleiðis var tað eisini í desembur 2016. 

Bert lítil munur millum kynini í stutt- og langtíðararbeiðsloysi

Verður hugt eftir, hvussu tíðarlongdin í arbeiðsloysi er millum kynini, er lítil munur, sum sæst á myndini omanfyri:

  • Bæði hjá mannfólki og konufólki eru tað 27% við styttri enn 1 mánað í arbeiðsloysi, og neyvt somu tøl eru við 1???3 mánaðir í arbeiðsloysi
  • Ein lítil munur er við yvirvág av mannfólki í 3-6 og 6-12 mánaðar arbeiðsloysislongd.
  • Hinvegin er ein yvirvág av konufólki í langtíðararbeiðsloysi yvir 12 mánaðir.


Á myndini omanfyri sæst mánaðarliga gongdin síðstu tvey árini í talin av arbeiðsleysum eftir hvussu leingi tey hava verið arbeiðsleys. Her sæst, at tað hevur verið ein jøvn minking í arbeiðsloysinum fyri allar bólkar, býtt eftir arbeiðsloysistíð. Undantakið er við ársbyrjan 2018, tá talið av teimum við stytstu arbeiðsloysistíðini veksur nógv (í januar vórðu hálvtannaðhundrað fólk søgd úr starvi á góðskingarvirki í alivinnuni).

Á myndini niðanfyri, ið vísir prosentvísa býtið millum tey fimm arbeiðsloysistíðarskeiðini, sæst, at burtursæð frá ársbyrjan 2018 (sum nevnt omanfyri) er sama javna býtið hesi 2 árini, hóast arbeiðsloysið í tali er minkað hesi árini (sum myndin omanfyri vísir).

Tá hugt verður eftir, hvussu stutt- og langtíðararbeiðsloysið hevur verið í teimum ymisku aldursbólkunum sæst, at í øllum aldursbólkum eru flest í bólkinum við stytstu arbeiðsloysistíðini, tó lutfalsliga nógv flest hjá teim yngstu og í minni mun hjá teim elstu. Hjá teim yngstu eru eisini lutfalsliga fægst við langtíðararbeiðsloysi.

Samanbera vit stutt- og langtíðararbeiðsloysi millum sýslurnar, eru eisini munir, har Norðoya, Eysturoyar, Norðstreymoyar og Vága sýslur líkjast mest, við tað at har eru nógv flest við eini arbeiðsloysistíð styttri enn 3 mánaðir.

??tgreinað og dagførd hagtøl um arbeiðsloysi eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder