
Hagstovan skrivar:
Í apríl vóru stívliga 27.400 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 900 fleiri løntakarar samanborið við apríl-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísur at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Í apríl vóru gott og væl 14.250 menn og 13.150 kvinnur í løntakaraskaranum.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.
Í vinnugreinabólkinum almenn og onnur tænasta starvast gott og væl 9.800 løntakarar, í privatu tænastuvinnum knappliga 9.000, í byggivinnu og aðrari tilvirking 4.400 og í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu 4.200.
Vinnugreinabólkurin byggivinna og onnur tilvirking hevur havt lutfalsliga størsta vøksturin síðani 2013/2014, tá løntakaratalið aftur byrjaði at vaksa. Byggivinna og onnur tilvirking er vaksin umleið 50% síðani 2013 (úr gott og væl 2.900 til 3.400), meðan vøksturin í hinum vinnugreinabólkunum hevur ligið millum 10-15% hetta sama tíðarskeiðið.
Trendurin vísur, at seinasta árið hevur vøkstur verið í nærum øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Tó hevur lítil og eingin vøkstur verið í bólkinum privatar tænastuvinnur.
Løntakaratalið í privatu tænastuvinnunum, sum fevna um 9 vinnugreinar, hevur funnið eina legu, ið telur um 9.000 løntakarar.
Millum annað hevur vøksturin seinasta árið verið avtakandi í vinnugreinini handli og umvæling, ið er nógv størsta vinnugrein innan privatu tænastuvinnurnar, har góðir 3.200 løntakarar starvast. Í miðalstóru vinnugreinum (millum 700-1.000 løntakarar) sum gistihús og matstovum, flutningi annars og eisini felagsskapi og mentan, hevur vøksturin eisini verið avtakandi seinasta árið. Í øðrum vinnugreinum, sum í vinnuligum tænastum, hevur vøksturin hinvegin verið tiltakandi sama tíðarskeiðið.
Vinnugreinabólkurin privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturút?
Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí vera teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki í uppgjørda mánaðinum.
Stutt um løntakarar
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald