Ítróttur

StÍF vann tryggan sigur á Stjørnuni

...

2016-09-21 20:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Hvonn-deildini tók StÍF í kvøld ímóti Stjørnuni, dysturin varð leiktur í høllini á Skála.

Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini teir fyrstu 15 minuttirnar, men so dróg StÍF frá, hálvleiksstøðan gjørdist 12-7 til heimaliðið.

StÍF helt leiðsluna og vunnu dystin 22-15.

Fyri StÍF fingu Rebekka justinussen 7 mál og Birna Tummasardóttir fekk 5 mál.

Fyri Stjørnuna fekk Jansy Jacobsen 6 mál og Tóra Eliasen fekk 3 mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder