Ítróttur

StíF í hálvfinaluni í CocaCola - teir vunnu 29-31 á VÍF.

...

2014-01-24 01:23 Author image
placeholder

CocaCola dysturin í Vestmanna í kvøld gjørdist ein sannur gysari. Eftir at VÍF førdi í hálvleikinum 17-11 so spældi StÍf seg upp á javnleik 27-27 tá ið 5 minuttir vóru eftir av dystinum. Endaspurtin vann StÍf, teir vunnu 29-31 og hava harvið leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Hjá StÍf fekk Sveinur Justinussen heili 15 mál og hjá VÍF fekk Filip Jojic 12 mál. VÍF hevur eisini møguleika at koma í hálvfinaluna, teir hava H71-2 eftir og um teir vinna tann dystin og StÍf vinnur á Kyndli, so hava bæði Kyndil og VÍF 3 stig, teir leiktu javnt í Havn, so verður málmunurin avgerandi, hvørt teirra kemur víðari í bólkinum saman við StÍF.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Julian Olsen, Bjarni Djurhuus, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Mads Eriksen 4, Tóki Seloy, Hanus Christoffersen 2, Filip Jojic 12, Sjurður Nielsen, Sámal J. Djurhuus 2 og Jóhan Nielsen.

StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen, Fríði R. Djurhuus, Leivur Justinussen 2, Allan Norðberg, Pauli G. Hansen 2, Jón Rasmussen, Sveinur Justinussen 15, Jákup Berthelsen, Kjartan Johansen 6, Teitur Nielsen, Borgar Danielsen 2, Jógvan Joensen 2 og Marius Joensen 2.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 7-5

15. min. 9-8

20. min. 11-8

25. min. 14-9

30. min. 17-11

35. min. 19-12

40. min. 19-15

45. min. 22-19

50. min. 25-22

55. min. 27-27

60. min. 29-31

Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen

Áskoðarar: 225.

Les eisini:

Jan: Eitt brak av einum dysti

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1StÍF2615384
2Kyndil2514563
3VÍF25355-21
4H71 224557-120

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder