Ítróttur

StÍF vann 29-22 á VB

...

2014-11-22 04:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Hvonndeildini tók StÍF í kvøld ímóti VB á Skála. StÍF hevði undan dystinum í kvøld 6 stig, ímeðan VB hevði 11 stig, og við einum sigri á StÍF kundi VB komið á 3. pláss.

Dysturin byrjaði við at liðini skiftust um at skora, men tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin førdi StÍF 8-6 og tær góðu ongantíð vágskvinnunum kjansin - hálvleiksstøðan var 14-9 til StÍF.

StÍF byrjaði eisini betri uppá seinna hálvleik, tá ið klokkan vísti 35 var støðan 18-11 til StÍF, sum eisini vann dystin 29-22 - sí stigatalvuna niðast í greinini.

Longu sunnudagin møtast VB og StÍF aftur, tá skulu tær leika í Vági.

StÍF: Katrin Jacobsen, Fríðrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 3, Bára B. Danielsen 1, Bára Berthelsen 3, Durita Mikkelsen, Irena Dam 11, Rannvá Jacobsen, Guðrið Poulsen 1, Marita á Fríðriksmørk, Jóhanna Poulsen og Paula Høgnensen 5.

VB: Sanja Jevtic, Rannvá Johannessen 2, Una Nolsøe, Bjarta Hergeirsdóttir, Rúna M. Jacobsen 3, Birita H. Olsen, Gurið K. Mortensen, Helga E. Kjærbo 4, Una Egilsdóttir 1, Ingrida Kvodyte 2, Beinta Gudmundsson, Laila Jespersen 1 og Gintare Butkeviciute 9.

Støður í dystinum:

5. min. 2-1

10. min. 4-5

15. min. 8-6

20. min. 11-7

25. min. 13-8

30. min. 14-9

35. min. 18-11

40. min. 21-15

45. min. 23-18

50. min. 26-19

55. min. 27-21

60. min. 29-22

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam

Áskoðarar: 70

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1030120110015
2Kyndil102652006514
3VÍF92522044812
4VB82131635011
5StÍF8194172228
6Stjørnan9151264-1132
7Søljan881253-1720

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder